Hósdagin lat Landsgrannskoðanin løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing fyri 2014. Ársfrágreiðingin, sum nú er almenn, kann takast niður á www.lg.fo.
Landsgrannskoðanin skal árliga lata løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um úrslitið av grannskoðanini.
Løgtingsgrannskoðararnir byggja sínar niðurstøður á ársfrágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini. Saman við sínum viðmerkingum leggja løgtingsgrannskoðararnir landsroknskapin sum uppskot til samtyktar fyri Løgtingið.
Innihaldsliga er ársfrágreiðingin býtt eftir greinunum í landsroknskapinum, sum fíggjarlógin er uppsett eftir.
Frágreiðing um eftirlit við játtan og nýtslu, kallað játtanareftirlitið, hevur seinnu árini annars verið sjálvstøðug frágreiðing. Í ár hevur Landsgrannskoðanin valt at lata játtanareftirlitið vera part av ársfrágreiðingini.
Undarfarnu frágreiðingarnar hjá Landsgrannskoðanini, bæði ársfrágreiðingar, játtanareftirlit og aðrar frágreiðingar, eru tøkar á heimasíðuni hjá Landsgrannskoðanini á www.lg.fo.
Til ber at tekna seg á www.lg.fo til móttøku av regluligum tíðindabrøvum, sum stovnurin sendir út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald