Árni Skaale fekk heiðurin sum Ársins Íverkseti 2017
Fyri løtu síðan kunngjørdi løgmaður í einum fullsettum ??strøm, at ÁrniSkaale stjóri í LookNorth er kosin Ársins Íverkseti 2017.
Ársins Íverksetaradagur varð fyrrapartin hildin í ??strøm í Tórshavn. Nógvfólk var komið saman til árliga dagin, har føroysk íverksetan verðurheiðrað.Sum partur av árligu heiðranini av føroyskari íverksetan vórðuheiðurslønir handaðar. Granar, sum Edward Fuglø hevur sniðgivið, og sum??li Skarðenni hevur gjørt.
Ársins Íverkseti 2017
Aksel V. Johannesen, løgmaður, kunngjørdi at dómsnevndin hevur valtÁrni Skaale stovnara av LookNorth til Ársins Íverkseta.
Løgmaður flutti fram hesi orð:
Ársins íverksetari fór undir sítt virksemi um aldarskiftið. Hann brúkti ikkinógva tíð at umráða seg í, áðrenn hann legði seg út í nýggju verkætlanina.Sama dag sum ársins íverkseti segði seg úr starvi í Danmark, tók hannflogfarið heim og helt stovnandi aðalfund í felagnum.
Síðan stovningardagin hevur fyritøkan bæði havt mótburð og framburð. Ídag er talan um eina sunna og sterka fyritøku.
Frá fyrsta degi hevur ársins íverkseti lagt nógv fyri at bróta slóð og at nøraum eitt fjølbroytt vinnulív. Og hetta hevur alla tíðina endurspeglað ÁrsinsÍverksetara. Í stavnhaldinum stendur, at fyritøkan hvørt ár skal framleiðafýra nýggjar vørur. Ikki hissini mál at seta sær.
Ársins Íverksetari, sum hevur fyritøku í Klaksvík, brennir fyri íverksetanog nýhugsan. Hann vil fegin geva ungum íverksetarum og skúlanæmingummøguleika at arbeiða við sínum hugskotum í hansara fyritøku. Hann ersonn fyrimynd og góður samstarvsfelagið fyri tey, sum arbeiða í og viðíverksetan í Føroyum.
Tá ið tú hevur sett tær fyri at vera nýskapandi í øllum tí, tú ger, merkir taðeisini, at onki hugskot verður vent í hurðini- og sum Ársins Íverksetaritekur til - fyrr enn tað er kannað væl og virðiliga.
Ársins íverksetari kann vísa á frálík fíggjarlig úrslit seinastu árini. Eisini áhesum økinum er hann ein fyrimynd fyri aðrar nýggjari fyritøkur.Eisini gongur hann undan, tá tað snýr seg um sosiala íverksetan. ÁrsinsÍverksetari hevur staðið á odda fyri fleiri tiltøkum í sínum lokaløki, sumhava skapt trivnað í nærumhvørvinum.
Við sínum nýhugsandi hátti hevur Ársins Íverksetari gingið undan, tikiðstóran váða og givið øðrum íblástur. Hetta hevur hann sæð sum sína stóruuppgávu, og drívmegin er áhaldandi at skapa okkurt nýtt.Ársins Íverksetari er Árni Skaale, stjóri á LookNorth"
Ársins Innovation til JT electric
John Syderbø, produkt og marknaðarstjóri á Føroya Tele kunngjørdi,hvønn dómsnevndin hevði valt til Ársins Innovatión.
John flutti fram hesi orð:
Innovatión hevur stóran týdning fyri menningina í føroyska búskapinum.Skal samfelagið fram á leið er neyðugt við nýhugsan, og tí er umráðandi atarbeiða miðvíst við at stuðla upp undir innovatiónsmentan, so at nýggjar,slóðbrótandi og munagóðar loysnir verða mentar.
Ársins Innovation 2017 verður latin einari fyritøku sum gjøgnum árinihevur arbeitt nógv við innovation og hevur hetta sum ein fastan part avsínum forrætningsgrundarlagið. Fyritøkan hevur gjørt fleiri innovativarloysnir innan tað vinnuna, sum hevur ment seg skjótast seinastu árini, ognú hevur alstóran týdning fyri føroyska búskapin - nevniliga alivinnuna.
Í ár verður heiðurin latin fyri eina fóðurskipan, sum fyritøkan hevur ment.Forritið stýrir øllum komponentunum so at fóðri verður transportera út tiltann rætta ringin. Harumframt er tað eisini hetta forritið, sum forteluralaranum hvussu nógv hann maksimalt kann koyra í hvønn ring í eitt giviðtíðarskeið.
??ll skipanin er ment við tí nýggjastu tøknini í er til taks, og er forritið gjørtá ein hátt so tað er opið fyri øðrum skipanum. Eitt nú kann ein viðrelativt lítlum broytingum levera eina ronkilsisfóðurskipan, so alarin kannhalda styr á roknilsinum á sama hátt sum laksinum.
Fóðurskipanin er ment í tøttum samstarvi við teir føroysku alararnar.Seinni í ár er skipanin í brúk hjá øllum alifeløgunum í Føroyum, ogeftirspurningur er longu uttanlanda eftir skipanini. Fóðurskipanin er taðsíðsta produktið sum manglaði í, fyri at kunna veita eitt komplet alibrúkment og framleitt av feløgum í Fuglafirði.
Ársins Innovatión gevur møguleika fyri at henda týdningarmikla vinnaframhaldandi kann veksa burðardygt og skapa arbeiðspláss her á landi.Fyri hesa nýskapan - at fóðurskipanin kann tillagast til aðrar hættir ogskipanir at fóðra uppá - vinnur JT electric Ársins Innovation 2017.
Fyrr í ár vóru 10 ár liðin síðani Íverksetarahúsið varð sett á stovna og varhetta 9. ferð, at Ársins Íverksetaradagur varð hildin. Fullsett var til tiltakið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald