Vinna

Árni Ellefsen verður forstjóri í BankNordik

...

2015-10-01 14:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir eitt styttri tíðarskeið sum fyribils settur forstjóri í BankNordik-samtakinum, verður Árni Ellefsen nú settur í fast starv.

Árni Ellefsen er ríkisgóðkendur grannskoðari og byrjaði sína yrkisleið í BankNordik í 2011, tá hann gjørdist fíggjarstjóri og samstundis partur av samtaksleiðsluni. Hann hevur áður m.a. starvast hjá grannskoðaravirkinum KPMG í Keypmannahavn og verið partnari í Spekt.

???Árni er ein persónur, ið dugir væl at skapa samstørv og at fáa tað besta fram í sínum starvsfelagum. Við Árna á odda fær BankNordik eina nútímans leiðslu, ið kann fremja tær ætlanir, ið nevndin hevur lagt. Komandi árini fer dentur at verða lagdur á at styrkja støðuna hjá BankNordik á marknaðinum fyri privatkundar í Danmark, Grønlandi og Føroyum. Harafturat skal leiðslan framhaldandi menna sterku støðuna hjá bankanum sum fremsti fíggjarligi samstarvsfelagin hjá føroyskum vinnulívi og harumframt økja samstarvið við grønlendskt vinnulív, sum í framtíðini væntandi fer at vaksa,??? sigur Stine Bosse, nevndarforkvinna.

Virkisøki verða umskipað og samtaksleiðslan víðkað

Í samsvari við áður fráboðaðu strategi bankans, ið ber við sær, at BankNordik í framtíðini fer at leggja øktan dent á privatkundavirksemið á øllum trimum marknaðum umframt á vinnukundaøkið í Føroyum og Grønlandi, verða virkisøkini í BankNordik nú umskipað. Samstundis verður samtaksleiðslan víðkað, soleiðis at privatkundastjórin í framtíðini eisini verður partur av leiðsluni.

Umskipanin skal styðja uppundir útinningina av strategi samtaksins umframt tryggja eitt tættari samstarv millum ymisku virkisøkini. Við at skipa privatkundaøkið sum eitt ábyrgdarøki tvørturum landamørk, og við privatkundastjóranum sum parti av samtaksleiðsluni, verður áhaldandi menningin av privatkundavirkseminum í øllum trimum londum tryggjað. Harafturat verður enn betri grundarlag fyri samstarvi og fyri at einshátta mannagongdir og skipanir.

Nýggi bygnaðurin verður í framtíðini skipaður í hesi øki:

-Fíggjarøkið, váðastýring og stápsdeildir undir leiðslu av Árna Ellefsen, forstjóra

-Vinnuøkið umframt pensjóns- og tryggingarvirksemið undir leiðslu av John Rajani, stjóra

-Privatøkið umframt Sølu- og marknaðardeild undir leiðslu av Turið F. Arge, privatkundastjóra

-Íløguøkið og Private Banking undir leiðslu av Henrik Jensen, íløgustjóra

-Kredittøkið og Deildartænasta undir leiðslu av Rune Nørregaard, kredittstjóra

Teir tríggir stjórarnir fara saman við stjórn bankans framyvir at mynda samtaksleiðsluna í BankNordik. Í stjórnini eru nú Árni Ellefsen, forstjóri, og John Rajani, stjóri.

???Við dagsins broytingum eru bygnaður og leiðsla í BankNordik styrkt, og vit hava nú allar fortreytir fyri at útinna framtíðarætlanirnar fyri bankan, til gagns fyri kundar og íleggjarar,??? sigur Stine Bosse.

Nýggjur privatkundastjóri verður partur av samtaksleiðsluni

Turið F. Arge er nýggj í samtaksleiðsluni í BankNordik. Hon hevur síðani á sumri í 2014 verið vinnukundastjóri í føroyska partinum av samtakinum. Turið F. Arge er útbúgvin cand.merc.aud. og hevur gjøgnum yrkisleið sína í BankNordik m.a. verið sølu- og marknaðarstjóri, tá hon eisini hevði ábyrgd av kundatænastu og deildartænastu.

???Vit fegnast um, at Turið F. Arge nú verður partur av samtaksleiðsluni. Turið hevði ein týðandi leikut í sambandi við umskipanina av privatkundaøkinum fyri nøkrum árum síðani, tá hon m.a. hevði ábyrgd av at miðsavna kundatænastuna og deildartænastuna í Danmark og Føroyum. Afturat hesum hava royndir hennara frá tíðini sum sølu- og marknaðarstjóri givið henni ein djúptøknan kunnleika til privatkundaøkið í BankNordik umframt til ymisku landafrøðiligu marknaðirnar, sum bankin virkar á. Hollu royndir hennara fara serliga at verða virðismiklar í sambandi við økta dentin, ið verður lagdur á privatkundamarknaðin, sigur Árni Ellefsen, forstjóri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder