Mentan

ARNE W??RGLER KONSERT: TAÐ BYRJAR VIÐ HV??RJUM ??ÐRUM

...

2016-06-12 17:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað byrjar við hvørjum øðrum??? konsert við Arne Würgler í Reinsarínum 12. juni kl. 20.

Uppliva eina konsert við einum tiltiknum manni frá tí tíðini, har dreymurin um ein betri og stuttliga heim hoyrdi til tíðina. Hoyr hann fortelja og syngja um, tá ungdómurin droymdi um at broyta heimin, og um hvussu tað gekk.
Hoyr ein altíð virknan sangskrivara, ið sum ungur fekk tokka til gamlar danskar sangir og svór at syngja á donskum.

Enduruppliva teir mest týdningarmiklu sangirnar og okkara felags søgu frá uppreistrunum í sekstiárunum og sjeytiárunum við pannubondum, sambúgvum og fríum kærleika, sjeytiárini við EF atkvøðu og Melodi Grand Prix, kríggi, kreppu, stættastríði og kærleika ??? og so til í dag, har Danmark er í kríggi, og vit standa yvir fyri avbjóðingum við umhvørvinum.

Uppliva tónleik, eggjandi røður og skemt, har hann leggur dent á, at áskoðararnir fáa ein virknan leiklut.

Um Arne Würgler

Arne Würgler hevur ofta spælt framman fyri Christiansborg í Keypmannahavn.

Hann gjørdist í sjeytiárunum ein savnandi fremstipersónur ikki minst í sínum samstarvi við Benny Holst. Hann er kendur fyri at spæla bass í Burnin??? Red Ivanhoe, Pan og Blast Furnace, og gjøgnum sjeytiárini var hann tónleikaliga drívmegin handan nógvum tiltøkum.
Würgler hevur roynt eitt sindur av hvørjum, tá tað kemur til tónleik. Hann hevur gjørt mótmælissangir, rock, gerandisvísur, Nashville-blues, folk, kabaret, film- og sjónleikartónleik, jazz og Danskt Melodi Grand Prix.

Hesi orðini hevur Arne Würgler fingið við særa vegnum:

???Som den modne mand han er, forstår han til fulde den svære kunstneriske balancegang mellem det personlige og det politiske, og når han er allerbedst, går det op i en højere enhed! Og det er netop, hvad En hjertesag er ??? Würgler, når han er allerbedst???. Klaus Lynggaard, Information

???Den musikalske indpakning af En Hjertesag står skarpt og giver liv til sange, der lander et sted mellem dansktoppen og protestsangen fra før, verden gik af lave.??? Jan Opstrup Poulsen, GAFFA

???Det er vigtigt, at ikke bare politikere, men også danske kunstnere blander sig i debatten om krigene. Derfor hilses Arne Würglers sange mere end velkommen.??? Frank ??en, Enhedslisten

???Arne Würgler er, med rette eller urette, blevet selve symbolet på den tid. Det er rigtigt, at nogle af hans sange fra dengang ikke tåler genopførelsen i de nye tider, men det, man ofte glemmer, når man taler om Würgler som forældet stilikon, er, hvor ægte hans engagement altid har været.??? Torben Bille ??? Midt i en Beattid

???Gedigent genhør med veloplagt venstrefløjsveteran??? Esben Strunk GAFFA:

Atgongumerki fáast fyri 130 kr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder