Ítróttur

Arnar: Vit fingu sera góð orð frá eygleiðarunum

...

2015-01-26 18:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í vikuskiftinum hava teir báðir hondbóltsdómarnir Gert Hansen og Arnar Dam verið í Norra og dømt. Har teir dømdu tveir dystir, ein í bestu kvinnudeildini og ein í næstbestu mansdeildini. JN.fo hevur sett seg í samband við Arnar, og spurt hann nakrar spurningar.

Er tað ørvísi at døma í Norra heldur enn í Føroyum?

- Tað var nakað øðrvísi at døma í Norra enn í Føroyum. Liðini í Norra spæla skjótari og meira fysiskt enn tey føroysku liðini. Norsku liðini koyrdu eisini sera nógv upp á gjøgnumbrot, og høvdu ikki líka nógvar skjýttar, sum vit hava í Føroyum. Stutt kann mann sig, at dysturin vit dømdu í næstbestu mansdeildini í Norra, var á støðið við Atlantic Airways deildina í Føroyum, meðan kvinnudysturin, ið var í bestu norsku deildini var á munandi hægri støði enn hvonndeildin í Føroyum.

Hvussu hevur tað gingist tykkum?

- Tað hevur gingist heilt væl hjá okkum. Vit dømdu ein sera tættan dyst og so ein, har munurin var størri millum liðini. Vit fingu sera góð orð frá eygleiðarunum, men tíbetur fingu vit eisini okkurt at vita um hvar vit kundu betra okkum fyri at gerast betri domarar, og tí fara vit nú at arbeiða við.


Ger henda uppgávan, at tit fara at royna at fáa fleiri uppgávur uttanlanda?

- Hettar hevur verið ein sera stór uppliving fyri okkum, og fáa vit hendan møguleikan aftur, so taka vit sjálvandi av honum. Nú er hetta ævintýrið av, og vit síggja nú fram til eina sera spennandi hálvfinalu hjá monnum millum VÍF og Kyndil, har vit hava fingid møguleikan at døma, segði Arnar við JN.fo í gjárskvøldi.

Les meira um hondbóltin í vikuskiftinum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder