Ítróttur

Arnar: Vit eru sera spentir uppá uppgávuna

...

2015-01-23 18:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag fara teir báðir Gert Hansen og Arnar Dam til Norra at døma. Har teir skulu døma tveir hondbóltsdystir, ein í bestu kvinnudeildini og ein í næstbestu mansdeildini. JN.fo hevur sett seg í samband við Arnar, og spurt hann nakrar spurningar.

Ger henda uppgávan at tit hava enn betri hug at døma?

- Hendan uppgávan ger avgjørt, at vit tíma enn betur at døma. Hetta er ein stórur møguleiki vit hava fingið, og vit valdu at taka av honum beinanvegin, vit blivu spurdir, sigur Arnar.

Eru tit spentir uppá hesa uppgávuna?

- Nú hava vit dømt í nøkur ár í bestu deildini í Føroyum, so hetta er avgjørt nakað, sum vit eru sera spentir uppá og síggja fram til. 

Eisini heldur Arnar, at tað er gott fyri føroysku hondbóltsleikararnar, at teir sleppa at síggja nýggjar dómarar aðrastaðni frá koma til Føroyar at døma.

Arnar sigur eisini við JN.fo, at hugurin hjá teimum báðum er góður at døma, men onkuntíð kann tað verða strævið, tí fótbóltur og hondbóltsdømingin renna hvørt í annað hjá teimum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder