Ítróttur

Arnar, Rógvi og Brian leingja við EB/Streym

...

2015-10-28 22:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

EB/Streymur: EB/Streymur hevur í dag longt sáttmálarnar við Arnar Dam, Rógva Egilstoft Nielsen og Brian Olsen fyri komandi ár.

Arnar er uppvaksin í EB/Streymi og hevur øll árini spælt við felagnum. Seinastu árini hevur hann veruliga bitið seg fastan sum eitt av álitunum á miðjuni.

Les eisini: Olgar og Bjarni stjórna EB/Streymi.

Fyrst í 2014 varð Arnar skurðviðgjørdur í fótinum, og tað tekur sína tíð at koma fyri seg eftir tað, so tað árið spældi hann bara seinnu hálvuna, men í ár hevur Arnar verið við næstan allar dystirnar uttan okran, har hann hevur verið noyddur at verið uttanfyri vegna skaða.

Rógvi Egilstoft Nielsen er uppvaksin í 07 Vestur, har hann spældi til 2012. Í 2013 skifti Rógvi til EB/Streym, og her vísti hann seg beinan vegin sum eitt av álitunum í verjuni. Í ár er hann fluttur fram á miðjuna at spæla, men har klárar hann seg ikki minni væl.

Brian Olsen er eisini uppvaksin í EB/Streymi og hevur spælt her øll árini. Í 2012 spældi hann kortini seinnu hálvu við 1. deild hjá 07 Vestur, men longu í 2013 skifti hann aftur til EB/Streym. Í 2015 hevur hann spælt 27 dystir við Effoliðnum, harav tveir steypadystir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder