Ítróttur

Arnar og Gert áttu at døma dystin

...

2015-10-16 23:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár spældu Kyndil og H71 í FTZ-deildini, dysturin var leiktur í Høllini á Hálsi.

Tað sum hevur undra fólk er, at Hannis og Uni Wardum dømdu dystin, Hannis er kyndla-maður av uppruna, og Uni hevur eisini í fleiri ár spælt við Kyndli, og dystir skulu helst dømast av uttanveltaðum dómarum.

Sum JN.fo skilur, so áttu Gert Hansen og Arnar Dam, at døma dystin í gjárskvøldi, men av tí, at Arnar gjørdist sjúkur, so máttu teir báðir geva avboð til dystin.

Í løtuni eru bara fimm dómarapør, og av teimum vóru tað bara Hannis og Uni ið vóru tøkir til dystin í gjárskvøldi, tí vóru teir settir at døma.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder