Ítróttur

Arnar enn eitt ár við EB/Streymi

...

2013-11-10 03:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eb-streymur.fo skrivar:

EB/Streymur hevur í kvøld gjørt 1 ára sáttmála við miðvallara okkara, Arnar Dam.

Burtursæð frá 4 dystum við ÍF í 2008 hevur Arnar spælt við EB/Streymi. Í 2013 bleiv tað til 32 dystir, harav ein í 1. deild.

Arnar hevur síðani 2008 spælt 190 dystir fyri EB/Streym og skotið 41 mál.

Vit ynskja Arnar góða eydnu komandi kappingarár!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder