Vinna

Árligu strandarlandasamráðingarnar um makrel, svartkjaft og norðhavssild byrja í dag

...

2016-10-18 17:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Árligu samráðingarnar millum strandarlondini um makrel, svartkjaft og norðhavssild byrja fyrrapartin í dag, har eisini eygleiðaralond eru boðin við.

Hesa vikuna er makrelurin á skránni og fara tær samráðingarnar fram í suðurírska býnum Clonakilty við ES sum formanslandi. Týðandi tættir at viðgera verða havlívfrøðiligar og tøkniligar framløgur. Stóru politisku málini á skránni til samráðingarnar um makrel hesaferð eru at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2017 eftir at ICES kom við sínum tilmæli herfyri og at royna at víðka makrelsemjuna frá 2014 til aðrar partar.

Í næstu viku eru svartkjafturin og norðhavssildin á skránni og fara tær samráðingarnar fram í London somuleiðis undir formansskapi av ES. Eins og í makrelinum eru týðandi tættirnir at viðgera havlívfrøðiligar og tøkniligar framløgur. Stóru politisku málini á skránni til samráðingarnar um svartkjaft og norðhavssild eru at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2017 eftir at ICES kom við sínum tilmælum herfyri og at royna at gera nýggjar semjur um býtið millum strandarlondini av ávikavist svartkjafti og norðhavssild.

Luttakandi londini eru Føroyar, Evropasamveldið, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder