JN

Árligi aðalfundurin hjá Heilafelagnum 2016, verður tann 9. Apríl kl.16.00

...

2016-03-11 15:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Árligi aðalfundurin hjá Heilafelagnum 2016, verður í AB-húsinum á Argjum, tann 9. Apríl kl.16.00.

Skárin er sambært viðtøkum felagsins:

1. Val av orðstýrara

2. Ársfrágreiðing felagsins

3. Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins til góðkenningar

4. Áseting av limagjaldi fyri komandi ár

5. Val av nevnd, tiltakslimum og grannskoðara

6. Viðgerð av arbeiðsætlan fyri komandi ár

7. Innkomin mál

8. Ymiskt

Fyri vali hesa ferð standa:

Maud Wang Hansen, forkvinna

Estur Lognberg, kassameistari

Jógvan Telling, nevndarlimur

Helena Fríðheim, tiltakslimur

Um limur hevur mál at leggja fyri aðalfundin, skal hetta vera nevndini í hendi í seinasta lagi tann 26. mars 2016.

Nevndin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder