2013-07-28 21:54
Tað var ein sera spennandi róður millum tey trý áttamannaførini Argjabátin, Miðving og Heiðabátin. Argjabáturin fekk besta startin, men Miðvingur bjóðaði av fleiri ferðir, Argjabáturin hevði munin, men Miðvingur kom framum tá komið varð á Molan, argjamenn svaraðu aftur og fóru skutin framum, tað hildu teir allan vegin til málið. Argjabáturin er føroyameistari.
1. Argjabáturin 4.12.05
2. Miðvingur 4.13.21
3. Heiðabáturin 4.23.04
8 mannafør (Støðan í FM)
1 Argjabáturin 47
2 Miðvingur 44
3 Gullbrandur 10
4 Heiðabáturin 5
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald