Vinna

Arctic Viking siglir heim

...

2016-08-11 10:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit byrjaðu fiskarí 13. juni, so tað er ein langan túr, sigur Bjarni Petersen skipari í morgun

Nógv sigling, hava verið 2 ferð longri norði og prøva, men onki og so máttu vit inn til Bátsfjørðin at bunkra

Vit hava fulla last sum 406 ts, ca 65 % er kókað i 5 kgs eskir, rest er rárækjur til pilkingar

Vit landa tað ráða í Norra og tað kókaða í Føroyum.

Vit eru 17 manns umborð, vóru 18 fyrst á túrinum, tað var ein Normaður frá Fiskeridirektoratet sum tók mátingar av hálunum í samband við ´´udskilling av fiskeyngel i reketrawl´´

Trupuleikin er at nógvastaðni í Barentshavinum er ov nógvur fiskayngul, serliga av kongafiskayngli og torska og hýsuyngli, soleiðis at økir verða stongd fyri rækjuveiðu

Lógin sigur at tað skal ikki verða meir enn 3 kongafiskayngul pr 10 kg rækjur = ca 0,1%. Ja sera strang lóg, vanligt er at økir arðastaðni verða stongd um eini 10-20% av smáfiski er í, men her er tað um 0,1 % ella rættari ikki í % men tal pr 10Kg

Frøðingarinir hava roknað at um tað t.d. eru 10 stk yngul/10 kg so viðførir hetta at rækjubátanir drepa nógv tons av stórum fiski um teir rokna at hesir fiskar blíva xx stórir um xx 5 ár

Men nú arbeiða teir við at broyta lógina soleiðis at loyvt verður at hava meir yngul í pr 10 kg rækjur, tí nú hava teir funnið útav at xx % av ynglinum doyr natúrligan deyða alíkavæl, eti av stórri fiski osfr.., eg meini teir siga at natúrliga deyðiligheitin er heilt uppi á 80% frá heilt smáum yngli av. So tá verður tað sera lítið í mun til hvat Rækjuskipini fáa. Vit brúka jú rist sum er 19mm, so onki sum er tjúkri enn 19 mm sleppur aftur í posan.

Annars lukkaðist royndin væl við at gerða ymiskar innstillingar á trolinum, ca 70% kláraðu vit av fáa út av fiskayngli, so Normaðurin segði at hann var ovfarin av úrslitinum

Við tað at vit hava dubulttrol so ber væl til at gerða hesar royndir við at man gerð innstillingarnar á ørðum trolinum meðan hitt er normalt

Nú skal hetta úrslitið evaluerast í september

Væntandi verður Arctic Viking á Kollafirði týsdagin. Teir landa tær kókaðu rækjurnar í Kollafirði, síðan skal skipið á beding hjá Mest í Havn, sigur Bjarni Petersen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder