
Skiparin á Arctic Viking skrivar til JN: Hava verið til fiskiskap í ein lítlan mánaða, og hava smá 400 tons inni, minni helmingurin er kóka rest rátt.
Tað hevur gingið minni væl í hond hjá okkum, hava havt trupuleikar við stýringini til miðspælið, meðan fiskaríi var gott, nú er minni fiskarí.
Tá vit loksins funnu stýringsfeilin til miðspælið, vísti tað seg at vera ein fabriksfeilur í einum spildurnýggju x-9 ventili, sum var skiftur, áðrenn vit byrjaðu túr.
Enniberg er her eisini á rækjuveiðu, tað hevur gingið gott hjá teimum.
Vit eru á nýggjari leið um 60 gradir eystur, við norðurendan á Novaja Semja.
Her eru fleiri skip - eini 14 í tali, russar hava økt nógv um sín rækjuflota seinastu árini, og hava eini 20 skip sum partvís eru á rækjuveiðu.
Seinasta skipið í russiska rækjuflotanum er fyrrverandi Skálaberg, sum russar hava keypt, hann kallast nú Barentsburg, er útgjørdur at trola við við 3 trolum samtíðis, og verður tí sera effektivur.
Annars er tann russiski flotin í dag væl uppgraderaður, við fleiri rímuliga nýggjum skipum.
Veðrið er av tí allarbesta, her er tó kalt, hitin liggur um 2 - 7 gradir, sjóvarhitin um 0 gradir og á botni eru -1 grad.
Vh. Niklái
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald