Vinna

Arctic Viking loysti av Kollafirði í dag

...

2019-03-31 15:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kollfjarðatrolarin Arctic Viking loysti fyri løtu síðan av Kollafirði, teir fara til rækjufiskiskap í Eystur-Grønlandi, segði skiparin Bjarni Petersen, tá ið vit fyri løtu síðan tosaðu umborð, Arctic Viking hevur í nógv ár ikki roynt við Eystur-Grønland, men bara í Barentshavinum.

Arctic Viking hevur skift bæði høvuðsmotorin og eisini hjálpimotorar, arbeiðið er gjørt av MEST í Havn.

Arctic Viking er bygdur í 1986, tað er P/f Líðin í Kollafiirði, sum eigur skipið, tað hevur verið heimahoyrandi í Kollafirði øll árini.

Tað eru 17 mans við Arctic Viking hendan túrin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder