2016-04-06 15:15
Arctic Viking, sum hevur roynt í russiskum sjógvi, skal landa í Tromsø leygardagin, teir hava fult skip - t.v.s. uml. 470 tons av rækjum.
Arctic Viking byrjaði túrin 24. februar, Bjarni Petersen er skipari hendan túrin.
Tá ið liðugt er at landa og teir hava skift fólk og tikið útgerð, tá verður farið nýggjan túr, helst fyrst í komandi viku.
Rækjuprísurin er góður í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald