Vit hava roynt 2 vikur seinast á túrinum í Russiskum sjógvi norður ímótir 80 gradum, ikki tað stóra fiskaríi har heldur.
Fóru at sigla haðani hósmorgunin, noyddust at sigla inn á ein fjørð við russiska eygleiðaranum, tí líkindir vóru ikki at seta hann av við SEVER 1 checkpunktið.
Tað fer rættuliga nógv tíð og orka til at fáa eygleiðara umborð og av, hava gjørt vart við hesi viðurskiftir oftani, men tað rínur ikki við russisku mynduleikarnar.
Haðani eygleiðarin varð settur av og til Tromsø tekur um 30 tímar at sigla. Vit hava bunkra í seinastu nátt, og fluttu síðani til Tromsø Fryseterminal á Solstrand at lossa, byrjaðu her mánamorgunin.
Her í Tromsø má man flyta nógv, bunkra við eina kaj lossa við eina aðra, og taka umborð við eina triðju, so tað er nógv manerer í so máta.
Hettar hevur verðið ein sermerktur túrur, tí lítið hevur verið at fingi yvirhøvur, hava um 250 tons inni av góðum rækjum fyri góðar 7 mió.-- ein túrur undir miðal. Tað sær onki út við rækjufiskiskapinum eystanfyri í løtuni, men tað kann sjálvandi broytast, soleiðis er fiskarí bara.
Fóru úr Føroyum 11.oktober, byrjaðu í Svalbardøkjunum, og fluttu so í russiskan sjógv seinastu tvær vikurnar.
Gera nú út til nýggjan túr og skifta fólk. Hvar farið verður komandi túr, er ikki tikin avgerð um enn.
Vit royna at skifta soleiðis, at menn eru onnur hvør jól heima.
Tað skrivar Niklái Petersen, skipari á Arctic Viking til okkum í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald