2019-08-20 09:38

Vit hava fiskað allan túrin í Russiskum sjógvi um 77 breiddugrad, har var hampuligt fiskarí og rímiliga gott slag ella stødd av rækjum
Vit hava gott 500 tons av rækjum 2/3 er kókaðar rest er til pilking
Vit fiskaðu i 36 dagar og so er 3 daga sigling hvønn vegin
Vit landa 22. aug i Kårvika sum er beint sunnanfyri Tromsø
Beint nú eru vit hjá Russiska tjekkpunktinum sum eg so ofta havi grenja um at vit eru noyddir at sigla umveg til hetta punkt baði inn og út sjálvt um vit hava Russiskan observara umborð.
Normenn og Russar nýtast ikki observatør og nýtast ikki at koma á tjekkpunkti her suðuri
Eg prøvaði at rokna út eykaútreislurnar av hesum og fái at vit missa yvir 3 mill uppá ársbasis av mistari fiskitíð og eyka oljuútreislum, so her er ikki balansa í hjá okkum her og Russarum i føroyskum sjógvi.
Tað sigur Bjarni Petersen, skipari við okkum á JN.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald