2015-12-09 13:21
Rækjutrolarin Arctic Viking kom til Hirtshals í nátt, teir byrjaðu at landa tíðliga í morgun, Arctic Viking hevur góð 440 tons av rækjum, sum teir hava fiskað í russiskum sjógvi í Barentshavinum.
Arctic Viking fór at sigla um heim 30. november, teir vóri ínni í Tromsø eftir olju áveg til Hirtshals.
Okkurt smávegis viðlíkahaldsarbeiði skal fáast frá hondini í Hirtshals.
Væntandi verður Arctic Viking klárur at sigla aftur í vikuskiftinum, leiðin tá gongur beinleiðis aftur í Barentshavið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald