2016-02-20 15:29
Rækjutrolarin Arctic Viking, sum hevur verið til fiskiskap norðanfyri Svalbard, siglir inn til Norra at landa, teir hava góð 400 tons av góðum rækjum í lastini.
Arctic Viking skal landa mánamorgunin. Teir skulu skifta fólk, taka útgerð o.a., so verður farið aftur á rækjufiskiskap við Svalbard.
Skipari á Arctic Viking hendan túrin er Niklái Petersen.
Rækjuprísurin er góður í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald