Vinna

Arctic Viking landar 500 tons av rækjum í Norður-Norra

...

2015-10-18 17:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Niklái Petersen skipari á Arctic Viking hevur sent okkum tíðindi:

Vit eru júst komnir til Kárvika at lossa, hava góð 500 tons - ella fulla last inni. Komu til Tromsø í gjárkvøldið, har vit tóku olju, smyrjolju o.a..

Hettar hevur verið ein rímuliga drúgvur túrur, byrjaðu fiskarí fyrst í august.

Ring tíð er vanliga í Barentshavinum seinnapartin av august og út í septembur, so vit roknaðu við einum longum - minni góðum túri.

Prísirnir eru tó hampuliga góðir, so hettar blívur ikki so galið kortini, tá saman um kemur.

Vit hava roynt í Barentshavinum t.v.s. Hopenfeltinum og í Loynikrókinum, seinastu dagarnar vóru vit norðuri í kantinum á 81.30.

Vit umhugsaðu at fara í russiskan sjógv, men hettar er oftani meira møði enn føði. Vit eru noyddir at hava russiskan eygleiðara við. Fyri at fáa fatur á honum, mugu vit sum oftast sigla heilt inn undir land í Russlandi eftir honum.

Eru vit t.d. norðuri í kantinum á 81.30 í Svalbardzonuni og hugsa okkum at fara í russiskan sjógv at fiska, t.v.s. flyta okkum yvir um markið, mugu vit sigla góðar 700 sm. suðureftir síðani góðar 700 sm.

norðuryvir aftur ella góðar 1400 sm. til samans, bara fyri at flyta seg yvir um eina striku í sjókortinum, hettar er púrasta meiningsleyst. Tað kann lættliga ganga ein vika í sigling, um veðrið er sjaskut, bert fyri at fáa ein eygleiðara umborð.

Hettar man helst verða ein tann dýrastu skipan, í til er, fyri nakra vinnu á okkara leiðum.

Um heystarnar og partar av vetrinum liggur man oftani norðanfyri og eystanfyri, og tá er tað veðrið og ísurin, sum ger av, hvussu man kann fiska, serliga eysturi mótir markinum millum Svalbard økið og Russiskt økið.

Nógvar góðar kreftir hava stríðst við russisku mynduleikarnar í fleiri ár, fyri at fáa eina skilagóða loysn á málinum, men enn røkist onki fyri nakrari loysn, hettar er sum at sláa nevan í ein dýnu. Mær vitandi, er tað russiska militerið, ið umsitur hesi viðurskiftir, so tað er eitt stórt og tungt apparat at fáast við.

Tá vit eru lidnir at lossa, fara vit aftur til Tromsø, at taka proviant og útgerð umborð og skifta mannskap.

Hvar farið verður komandi túr, er ikki til at vita, men tað vita kanska Várharra og Putin.

Vh. Niklái

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder