2017-07-20 08:22
Rækjutrolarin Arctic Viking hevur landað 480 tons av rækjum í Norður-Norra.
Teir fóru nýggjan túr týsdagin og koma á fiskileið í Loynikrókinum seinnapartin í dag.
Bjarni Petersen er skipari hendan túrin, seinasta túr var Niklái Petersen skipari.
Bjarni sigur í morgun, at tað eru 9 rækjuskip í Loynikrókinum - trý norsk, eitt danskt, fýra úr Estonia og so Arctic Viking.
Trý av teimum níggju skipunum brúka 3 trol í senn, hini brúka 2 trol í senn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald