Niklái Petersen, skipari skrivar: Vit hava verið á rækjuveiðu í kantinum norðanfyri Svalbard síðani 31.oktobur, men tað hevur verið sera vánaligt fiskarí alla tíðina. Havborg liggur har saman við 3 estarum.
Tað hevur ongin ísur verið, og hitin hevur ligið omanfyri frostmarkið alla tíðina, t.v.s. 1-7 stig: Bara liggjandi lágætt síðani vit fóru úr Føroyum - eftir dokking hjá MEST í Tórshavn.
Vit hava tikið støðu til at fara í russiskan sjógv at royna, tað sum eftir er av túrinum. Ikki tí, at tað er nøkur løtt avgerð at taka, men neyðin drívur verkið.
Okkara rækjufiskiveiðuavtala við Russland, er sum so í ordan, men tað eru nøkur viðurskiftir, sum als ikki hoyra nútíðini til.
Avtalan ber nevnuliga við sær, at skullu vit í russiskan sjógv at royna, so skullu øll føroysk skip um 2 sokallaði checkpunkt. Tað norðara SEVER 2 á 72.40 N/ 037.00 E og tað sunnara SEVER 1 á 70.10 N / 032.00 E. Eygleiðari er eisini tvungin at hava.
Hiðani vit hava fiska í Svalbardzonuni á 81.40 N / 034-35 E til SEVER 2 eru 540 sm. at sigla, og til tað sunnara SEVER 1 690 sm. Hettar er bara annan vegin. Tað ganga lættliga 5 døgn , um veðrið er vánaligt, og tað er tað oftani um vetrarnar, kanska 7 døgn í sigling fyri at flyta økið nakrar fáar fjórðingar. Bara at flyta kostar okkum nógv í olju ( 60 - 80.000 L) og 5-7 dagar í mistari fiskitíð.
Hettar kundi, um vilji var frá russisku mynduleikunum, verðið orna við einum telduposti.
Føroyskir mynduleikar hava í fleiri ár greitt russisku fiskiveiðusendinevndini frá, um hesi ótolandi viðurskiftir, men har hendir akkurát onki.
Hettar eiga vit als ikki at góðtaka longur.
Fyri føroyska rækjuvinnu er hettar eitt havt um beinini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald