2017-10-12 11:15
Arctic Viking kom til Tromsø tíðliga í morgun, har teir skulu bunkra áðrenn teir fara á rækjuveiðu.
Arctic Viking hevur verið á beding í Hirtshals, teir fóru úr Hirtshals seint sunnukvøldið við kós til Tromsø,
Tá ið liðugt er at bunkra, tað fara teir á rækjuveiðu í russiskan sjógv.
Tað verða 17 mans við hendan túrin, skipari verður Niklái Petersen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald