Vinna

Arctic Lady lýkur øll trygdarkrøv

...

2015-09-22 19:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Stóra gasstangaskipið, sum liggur í Nólsoyarfirði, hevur fingið fólk at undrast og spyrja um dálkingar- og spreingivanda. Spurt verður eisini, um trygdin er í lagi og um hvussu leingi skipið verður liggjandi. Hetta hevur eisini undrað umhvørvisnevndina og borgarstjóran.

- Upplýsingarnir frá havnamyndugleikunum eru, at stóra gasstangaskipið, sum liggur í Nólsoyarfirði, eitur Arctic Lady. Skipið er bygt í 2006 av Mitsubishi Heavy Industries og siglir undir norskum flaggi fyri felagið Total í sambandi við eitt nú Snøvit-prosjektið. Skipið lýkur øll tey sera strongu norsku trygdar- og umhvørviskrøvini, umframt øll altjóða krøv, sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen.

- Sum skipið liggur í Nólsoyarfirði er tað tómt. Líknandi skip sum hesi sigla vanliga gjøgnum Ermasund tætt undir landi, og tey liggja tóm og bíða eftir farmi við ymsar norðurlendskar havnir, eitt nú liggja fleiri líknandi skip við Skagen og bíða eftir frakt.

- Noreg er kent fyri at seta trygdina í hásætið og hetta skipið lýkur, umframt norsku krøvini, øll altjóða krøv. Havnarmyndugleikarnir upplýsa annars fyri mær, at skipið fer avstað, so skjótt tað hevur fingið eina last at føra, sigur borgarstjórin í stuttari viðmerking.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder