JN

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív á Skála

...

2016-05-31 10:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein arbeiðsvanlukka var í morgun á skipasmiðjuni á Skála, og hon hevur kravt eitt mannalív, tað skrivar portal.fo fyri løtu síðani.

Sambært vakthavandi á løgreglustøðini, so hendi vanlukkan klokkan 9:40 í morgun. Tað er ikki heilt greitt, hvat er farið fram, men sum skilst fór ein tangi í luftina, og ein maður um 40 ára aldur lat lív av óhappinum.

Bæði sjúkrabilur og løgregla vórðu boðsend, men staðfest varð, at maðurin var deyður, skrivar portal.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder