Vinna

Arbeiðsloysið var 3,2% í mars

...

2015-04-30 22:19 Author image
placeholder

 Í mars 2015 var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 878 fólk, svarandi til 3,2%. Tað eru 13 færri enn mánaðin frammanundan. Hjá monnum var arbeiðsloysið 2,4% og hjá kvinnum 4,3%.

Samanborið við mars í fjør er størsta minkingin hjá monnum, har 123 færri eru arbeiðsleysir nú, meðan tað eru 66 færri kvinnur, ið eru arbeiðsleysar nú enn fyri einum ári síðani.

Tá arbeiðsloysið ikki er árstíðarjavnað, er tað 948 fólk í talið ella 3,5%.

Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum.
Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder