Arbeiðsloysið var 2,8% í august - minni munur millum kyn men størri millum aldursbólkar og sýslur, tað skrivar Hagstovan.
Í august var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,8%. Eftir kyni var tað 2,5% hjá monnum og 3,2% hjá kvinnum. Hetta er á leið sama støða sum fyri einum ári síðani, tó at munurin millum kynini er minkaður. Í tali vóru tað tilsamans 782 persónar, 43 fleiri kvinnur enn menn. Í august í fjør vóru tað 811 persónar, men tá 121 fleiri kvinnur enn menn.
Trý mát fyri arbeiðsloysi: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
- Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
- ??t frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
- Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum (sí meir um árstíðarjavning niðast í greinini).
Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu tíggju árini, eins og sjónliga munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð og so árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum..
Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá august í fjør til august í ár, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.
Munurin er minkaður, men framvegis størri arbeiðsloysi hjá kvinnum
Í tali er árstíðarjavnaða arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 460 frá august í fjør til 409, t.v.s. við 51 kvinnum. Hjá monnum er talið í sama tíðarskeiðið vaksið við 28, úr 339 í august í fjør til 367 í august í ár. Sostatt er munurin millum kynini minkaður munandi, sum eisini sæst av myndini niðanfyri.
Størsta arbeiðsloysi er hjá ungum, og har er munurin millum kynini eisini størstur
Meðan arbeiðsloysið fyri øll tilsamans er 2,8%, er tað størst í aldursbólkinum 25-34 ár við 4,0%. Men her er eisini nógv størsti munur millum kynini, tí hjá kvinnum er tað við 5,6% júst dupult so stórt sum hjá monnum við 2,8%. Minst er arbeiðsloysið hjá teim 45-54 ára gomlu við 1,8%, ávikavist 1,4% hjá monnum og 2,3 hjá kvinnum. Tey elstu 55-66 ára gomlu hava sama arbeiðsloysi sum miðaltalið fyri allar aldursbólkar tilsamans.
Minsta arbeiðsloysið í Norðoya, Eysturoyar og Sandoyar sýslum, størst í Suðuroy og Streymoy
Eftir arbeiðsloysi fella sýslurnar í tríggjar bólkar.
- Sýslurnar við lægsta arbeiðsloysinum eru Norðoya og Sandoyar sýslur við 1,6%, Eysturoyar sýsla við 1,7% og Vága sýslu við 1,9%.
- Í miðjuni er Streymoy, har arbeiðsloysið er 2,3% í Norðstreymi og 3,1 í Suðurstreymi.
- Í bólki fyri seg er Suðuroy við nógv mesta arbeiðsloysinum á 4,9%.
Hetta er alt roknað fyri bæði kyn tilsamans. Men serliga í Eysturoy, Norðstreymoy, Norðoya og Vága sýslum er ógvisligur munur millum kynini, tí har er arbeiðsloysið hjá monnum bert helvtina av tí hjá kvinnum. Lægsta arbeiðsloysi hjá kvinnum er í Sandoyar sýslu, har tað eisini er so at siga javnt millum kynini, og samstundis lægst hjá kvinnum í øllum landinum.
Seinasta árið er arbeiðsloysið minkað í øllum sýslum ??? uttan í Streymoyar og Suðuroyar sýslum
Hyggja vit eftir broytingini í arbeiðsloysinum frá august í fjør til august í ár, so er tað minkað frá 2,8 til 2,7%, ikki árstíðarjavnað. Men gongdin hevur als ikki verið tann sama í ymisku sýslunum. Og heldur ikki fyri kynini, sum sæst á myndini niðanfyri. Hjá monnum er arbeiðsloysið vaksið eitt vet, og tað eru Streymoyar og Suðuroyar sýslur, ið draga uppeftir, meðan tað er minkað í øllum hinum sýslunum. Hjá kvinnum er arbeiðsloysið minkað nakað fyri alt landið, og er orsøkin, at tað er minkað í øllum sýslunum uttan í Suðuroy. Fyri alt landið er arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 3,6 niður í 3,2%, men í Suðuroy er tað vaksið úr 5,1 upp í 5,9%.
Fyrivarni um broyting í hagtalsgrundarlagnum
Uppgerðirnar av arbeiðsloysinum verða gjørdar við støði í tilfari úr skráum hjá ALS og Almannaverkinum. Um ársskiftið tók ALS eina nýggja telduskipan í brúk, og nú eru so tølini úr nýggju skipani tøk. Vit skulu tí minna á, at samanberingar millum talrøðirnar áðrenn og aftaná desember 2015 tí skulu gerast við tí fyrivarni sum neyðturviliga má takast, tá datagrundarlagið er nýtt og okkara tulkingar av skrásetingunum í førum eru broyttar.
Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.
Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald