Í mai var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,0%. Eftir kyni var tað 1,7% hjá monnum og 2,4% hjá kvinnum. Í fjør var arbeiðsloysið hægst í juli við 3,2% og er síðani minkað mánað fyri mánað. Arbeiðsloysið í mai er tað lægsta síðani 2008.
Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 563 persónar í mai í ár, tað eru 266 færri enn í mai í fjør. Tað eru 146 færri arbeiðsleysir menn og 120 arbeiðsleysar kvinnur síðani sama mánað í fjør.
Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu tólv árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.
Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá mai 2016 til mai 2017, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.
Munurin millum kynini vaks aftur nakað síðsta árið
Samstundis sum arbeiðsloysið er nógv minkað síðstu árini, er munurin eisini minkaður í arbeiðsloysi millum kynini, sum sæst á myndini niðanfyri. T.d. vóru tað fyri tveimum árum síðani um 148 fleiri kvinnur arbeiðsleysar enn menn. Munurin var minkaður niður í 39 fyri einum ári síðani, men er nú aftur vaksin til 65.
Størst arbeiðsloysi hjá kvinnum 25-34 ár ??? minst hjá monnum 45-54 ár
Minst er skrásetta arbeiðsloysið hjá teim yngstu 16-24 ára gomlu og teim 45-54 ára gomlu við ávikavist 1,4% og 1,5%. Størst er arbeiðsloysið hjá teim 25-34 ára gomlu og serliga hjá ungu kvinnunum í tí aldursbólkinum, har tað er 4,2%, næstan dupult so stórt sum í miðal fyri allar kvinnur. Eisini hjá monnum er tað hægst í hesum aldursbólkinum.
Minsta arbeiðsloysið í Eysturoy - mesta í Suðuroy
Stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku sýslunum:
- Lægst er tað í Eysturoyar sýslu við 1,2%, Norðoya, Vága og Sandoyar sýslum við 1,5%.
- Hægst er tað í Suðuroy við 3,5% og í Suðurstreym við 2,4%.
- Har í millum eru Norðstreym við 1,9%.
Nógv lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoyar sýslu, har tað bert er 0,7%. Hetta sæst av myndini niðanfyri.
Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.
Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
- Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
- ??t frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
- Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum (sí meir um árstíðarjavning niðast í greinini).
Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum her.
---
Video-grafikkur kann takast niður her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald