2015-10-01 17:47
Í august 2015 var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið av fulltíðararbeiðsleysum 809, svarandi til 3,0%. Í tali eru tað 15 færri enn mánaðin frammanundan, men prosentið er óbroytt . Hjá monnum var arbeiðsloysið 2,3% og hjá kvinnum 3,8%.
Seinastu 4 mánaðirnar hevur arbeiðsloysið ligið støðugt um 3%. Í mai var tað 3,1%, minkaði so til 2,9 í juni og vaks so aftur til 3,0% í juli og var tað sama í august.
Arbeiðsloysistølini eru dagførd fram til og við august 2015, og eru nú tøk í hagtalsgrunninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald