Í apríl var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,4%. Eftir kyni var tað 2,0% hjá monnum og 2,8% hjá kvinnum. Í fjør var arbeiðsloysið hægst í juli við 3,2% og er síðani minkað mánað fyri mánað. Tað lægsta var tó í mars í ár, tá tað var 2,2%
Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 675 persónar í apríl í ár, tað eru 131 færri enn í apríl í fjør. Hjá monnum er minkingin 60 og hjá kvinnum 69 síðani sama mánað í fjør.
Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu ellivu-tólv árini, eins og sjónliga munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.
Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá apríl 2016 til apríl 2017, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.
Munurin í arbeiðsloysi millum kvinnur og menn er minkaður
Samstundis sum arbeiðsloysið er nógv minkað síðstu árini, er munurin í arbeiðsloysi millum kynini eisini minkaður, sum sæst á myndini niðanfyri. T.d. vóru tað fyri tveimum árum síðani um 156 fleiri kvinnur arbeiðsleysar enn menn, fyri einum ári síðani var munurin 58 fleiri kvinnur, og er nú framvegis tann sami.
Størst arbeiðsloysi hjá kvinnum 25-34 ár ??? minst hjá monnum 45-54 ár
Minst er arbeiðsloysið hjá teim 45-54 ára gomlu við 1,8%, ávikavist 1,4% hjá monnum og 2,3% hjá kvinnum.
Størst er arbeiðsloysið hjá ungum kvinnum í aldursbólkinum 25-34 ár, har tað er 5,2%, næstan dupult so stórt sum í miðal fyri allar kvinnur. Eisini hjá monnum er tað hægst í hesum aldursbólkinum.
Minst arbeiðsloysi norðan-, eystan- og vestanfyri - størst í Suðuroy
Stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku sýslunum:
- Lægst er tað í Eysturoyar sýslu við 1,7%, Norðoya og Vága sýslum við 1,9%.
- Hægst er tað í Suðuroy við 4,3%.
- Har í millum eru Norðstreym við 2,3%, Sandoy við 2,6% og Suðurstreym við 2,9%.
Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoyar sýslu, har tað bert er 1,7%. Hetta sæst av myndini niðanfyri.
Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.
Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
- Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
- ??t frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
- Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum (sí meir um árstíðarjavning niðast í greinini).
Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum her.
---
Video-grafikkur kann takast niður her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald