Í januar var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,3%. Eftir kyni var tað 1,9% hjá monnum og 2,7% hjá kvinnum. Í fjør var arbeiðsloysið hægst í juli við 3,0% og er síðani minkað mánað fyri mánað. Tað er nú tað lægsta í 8 ár.
Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 634 persónar í januar í ár, 196 færri enn fyri hálvum ári síðani. Hjá monnum er minkingin 86 og hjá kvinnum 104 síðani juli í fjør.
Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu ellivu árini, eins og sjónliga munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.
Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá januar í 2016 til januar 2017, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.
Munurin í arbeiðsloysi millum kvinnur og menn er minkaður
Samstundis sum arbeiðsloysið er nógv minkað síðstu árini, er munurin í arbeiðsloysi millum kynini eisini minkaður, sum sæst á myndini niðanfyri. T.d. vóru tað fyri tveimum árum síðani um 198 fleiri kvinnur arbeiðsleysar enn menn, fyri einum ári síðani var munurin 73 fleiri kvinnur og er nú aftur minkaður niður í 56.
Størst arbeiðsloysi hjá kvinnum 25-34 ár ??? minst hjá monnum 45-54 ár
Minst er arbeiðsloysið hjá teim 45-54 ára gomlu við 1,8%, ávikavist 1,4% hjá monnum og 2,1% hjá kvinnum.
Merkisvert stórt er arbeiðsloysið hjá ungum kvinnum í aldursbólkinum 25-34 ár, har tað er 5,1%, næstan dupult so stórt sum í miðal fyri allar kvinnur.
Minst arbeiðsloysi norðan-, eystan- og vestanfyri - størst í Streymoy og sunnanfyri
Stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku sýslunum:
- Lægst er tað í Eysturoyar sýslu við 1,6%, Norðoya við 1,7 og í Vága sýslu við 1,9%.
- Hægst er tað í Suðuroy við 3,4% og í Sandoy við 3,1% og í Suðurstreym við 2,8%.
- Har í millum eru Norðstreym við 2,2%.
Størsti kynsmunur í arbeiðsloysinum er í Eysturoy, Norðstreymi og Sandoyar sýslum, har tað er meir dupult so stórt hjá kvinnum sum hjá monnum.
Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoyar sýslu, har tað bert er 1,1%. Hetta sæst av myndini niðanfyri.
Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.
Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
- Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
- ??t frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
- Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum (sí meir um árstíðarjavning niðast í greinini).
Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald