Vinna

Arbeiðsloysið 1,2% í Eysturoy - 5,3% í Suðuroy

...

2017-08-08 10:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í juni var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,2%. Eftir kyni var tað 1,9% hjá monnum og 2,6% hjá kvinnum. Í fjør summar lá arbeiðsloysið á 2,8% og er síðani minkað munandi. Arbeiðsloysið í juni er tað lægsta síðani 2008.

Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 630 persónar í juni í ár, tað eru  158 færri enn í juni í fjør, 86 færri menn og 72  færri kvinnur. 

Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu tólv árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá juni 2016 til juni 2017, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.

Munurin millum kynini í arbeiðsloysi minkaður 
Samstundis sum arbeiðsloysið er nógv minkað síðstu árini, minkaði eisini munurin í arbeiðsloysi millum kynini, sum sæst á myndini niðanfyri. T.d. vóru 36 færri menn arbeiðsleysir í juni í ár, samanborið við juni 2015, men 116 færri kvinnur.


Størst arbeiðsloysi hjá kvinnum 25-34 ár ??? minst hjá monnum 45-54 ár
Minsta arbeiðsloysið er hjá teim 45-54 ára gomlu við ávikavist 1,6% og størst er arbeiðsloysið hjá teim 25-34 ára gomlu, harav serliga hjá ungu kvinnunum í tí aldursbólkinum við 4,4%, meir enn dupult so stórt sum í miðal fyri allar kvinnur. Eisini hjá monnum er tað hægst í hesum aldursbólkinum.

 

Minst arbeiðsloysi í Eysturoy, nógv størst í Suðuroy 
Stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku sýslunum:
- Minst er tað í Eysturoyar og Norðoyða sýslum við ávikavist 1,2% og 1,4%.
- Javnt í Sandoyar, Vága og Norðstreymoyar sýslum við 1,7-1,8%.
- Nakað størri í Suðurstreymi við 2,4%.
- Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 5,3%, ávikavist 4,9% hjá monnum og 5,7% hjá kvinnum.Ein orsøk er uttan iva eldsbrunin á uppsjóvarvirkinum Varðanum Pelagic tann 9. juni, har virkið brendi niður.

Nógv lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoyar sýslu, har tað bert er 0,7%. Hetta sæst av myndini niðanfyri.

Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
- Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
- ??t frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
- Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum (sí meir um árstíðarjavning niðast í greinini).

Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder