JN

Arbeiðsfólkið á Fútakletti slapp til hús kl. 23 í kvøld

...

2015-01-16 05:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Ringa veðrið kring landið, gjørdi eisini at arbeiðsmenn á smoltstøðini á Fútakletti í Vágum vóru veðurfastir. 

Men nú klokkan 23:00 eru 14 av teimum 20 monnunum komnir til húsa, túrurin hjá teimum av Fútakletti og heim tók góðan hálvan annan tíma. Ein túrur, sum vanligt bara tekur upp ímóti einum korteri. 

Tað, sum gjørdi at teir sloppu heim í kvøld, var at kavaruddarin koyrdi framman fyri teir. JN.fo hevur tosað miðvingin Jørmann Niclasen, sum var ein teirra, sum var veðurfastur á Fútakletti, hann sigur,  at teir koyrdu tætt uppí reyvuni á kavaruddarnum, og so gekk tað til endan. Hini 6 sum eru eftir á Fútakletti, hava vakt har í nátt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder