2015-12-17 15:09
Søkt verður eftir arbeiðsfólki at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðsfólkið skal fyri tað mesta arbeiða innan reinhald og fríðkan av kommununi.
Vit vænta av tær at tú:
??? Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.
??? Hevur góð samstarvsevnir.
??? Klárar at arbeiða sjálvstøðugt.
??? Dugir væl at loysa uppgávur.
??? Hevur eyga fyri umhvørvinum.
Setanartreytir:
??? Setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi fakfelag.
??? Starvið er tímalønt. Lønin verður sambært sáttmálanum millum KAF og avvarðandi fakfelag.
Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu verða okkum í hendi innan mánadagin tann 4. januar 2016 kl. 0900 og skulu sendast til:
Vága kommunu
Hammershaimbsvegi 1
FO-360 Sandavági
[email protected]
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til tekniska leiðaran á telefon 794405.
________________________________________________________________________________
Í Vága Kommuna eru bygdirnar Miðvágur, Sandavágur, Vatnsoyrar og Slættanes. Vága Kommuna hevur, eins og fleiri aðrar kommunur, samtykt eina yvirlýsing fyri arbeiðið hjá kommunum fyri burðardyggari menning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald