2016-02-05 20:43
www.LV.fo skrivar:
VERK??TLAN: Í sambandi við ein komandi Eysturoyartunnil og fyri at lætta um ferðslutrongsulin, er alneyðugt at fáa gongd á aftur arbeiðið at gera innkomuvegin til Havnina lidnan. Saman við leiðsluni á Landsverki var landsstýrismaðurin í samferðslumálum fríggjadagin og kunnaði seg um verkætlanina, og hann ætlar sær at gera sítt til, at arbeiðið verður tikið upp aftur skjótast gjørligt.
Ferðslutrongsulin inn í høvuðsstaðin er longu stórur í dag, og ferðslan verður helst upp aftur størri, tá Eysturoyartunnilin er gjørdur og tikin í nýtslu.
Av tí sama er umráðandi, at arbeiðið við innkomuvegnum byrjar aftur og verður gjørt liðugt. Ein partur av vegnum er longu gjørdur, men nakað væl er framvegis eftir at gera.
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Hendrik Old, hevur nú tikið stig til at fáa politiska semju um linjuføringar og aðrar forðingar fyri at fáa verkætlanina lidna, so vegakervið inn í Havnina verður klárt at taka ímóti tí økta ferðslutrýstinum, tá Eysturoyartunnilin væntandi í 2019 letur upp fyri almennari ferðslu.
Í dag var landsstýrismaðurin saman við leiðsluni á Landsverki og vitjaði partar av verkætlanini, sum longu eru gjørdir, eins og hvat liggur í kortunum at gera afturat. Arbeiðið hevur seinastu tíðina ligið stilt.
Stig er tikið til ein fund millum Landsverk og Tórshavnar kommunu, har partarnir skulu fáa avgreitt møguligar ivaspurningar í verkætlanini. Fundurin fer millum annað at snúgva seg um møguligar broytingar í linjuføringini, sum ávís ivamál hava verið um. Hesin spurningur verður vónandi greiðari eftir fundin, sum verður um miðjan februar.
Á løgtingsfíggjarlógini í ár eru játtaðar 8 mió. kr. til at halda fram við arbeiðinum av innkomuvegnum. ??tlanin er, at fyrsta byggistig av vegnum, ið er teinurin millum tunnilsmunnan við Hvítanes og Oyggjarvegin, skal verða liðugt, tá Eysturoyartunnilin letur upp.
Tunnilsmunnin til Eysturoyartunnilin streymoyarmegin, sum skal bindast í nýggja innkomuvegin til Havnar, er staðsettur her niðan fyri millum Hvítanes og Sandvíkarhjalla.
Tunnilsmunnin til Eysturoyartunnilin streymoyarmegin, sum skal bindast í nýggja innkomuvegin til Havnar, er staðsettur her niðan fyri millum Hvítanes og Sandvíkarhjalla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald