2015-05-05 18:37
Tórshavn: Í dag varð hakin settur í og arbeiðið í sambandi við nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík byrjað. Nýggi fótbóltsvøllurin verður ein FIFA-vøllur sum eisini kemur at lúka allar ásetingarnar hjá FSF viðvíkjandi vallum í bestu deildini.
Vøllurin kemur at liggja skamt niðanfyri Skúlan við Løgmannabreyt. Fyrsta byggistig verður liðugt í november í ár. Tá vantar asfalt og graslíki, sum ikki kann leggjast á, fyrrenn tað várar aftur.
Yvirskotsgrótið frá økinum verður alt koyrt yvir til nýggju útstykkingina Oman Gil, sum verður gjørd samstundis sum vøllurin. Tað er J&K Petersen, sum stendur fyri báðum arbeiðunum.
Tað vóru Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum settu hakan í um middagsleitið í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald