Lýsing

Arbeiði eftir skúlatíð í FK í Vágum

...

2021-06-19 12:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ert tú 14 ár ella eldri, og kundi tú hugsað tær eitt arbeiði eftir skúlatíð? So søk arbeiði hjá okkum í FK í Vágum

Vit sóknast eftir fólki at arbeiða kvøld- og vikuskiftisvaktir í handlinum í Miðvági. Løn sambært sáttmála við S&K.

Vit bjóða tær eitt gott og stuttligt arbeiðsumhvørvi saman við øðrum ungum fólki.

Vit hava brúk fyri røskum, ungum fólki at arbeiða um kvøldið og í vikuskiftinum. Arbeiðstíðin er skiftandi og verður avtalað nærri við setan.

Tú fert at sita við kassan, seta vørur á hillarnar, rudda handilin áðrenn hann letur aftur, umframt aðrar fyrifallandi uppgávur.

Vit síggja fyri okkum, at tú ert:

  • Arbeiðssom/samur
  • Tænastusinnað/ur
  • Álítandi
  • Smílandi

Vilt tú vita meira um starvið, ber til at ringja til Jóan Petur Joensen, deildarstjóra, á +298 221130, ella við at støkka inn á gólvið.

Umsóknir skulu sendast til [email protected] skjótast gjørligt, og í seinasta lagi fríggjadagin 2. juli.

Vit ynskja starvið sett skjótast gjørligt ella í seinasta lagi 26. juli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder