Politikkur

Antivinnusamgongan

...

2017-04-19 07:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er ófatiligt og óskiljandi og søga verður skrivað á Tvøroyri í kvøld um samgongan velur at fara ímóti allari verkamannafjøldini í Føroyum og koyra sítt uppskot ígjøgnum.

Síðstu tíðina hava vit ofta hoyrt, at tað er skaðiligt um einstaklingar fáa ov stórt vald. Dugnaligir reiðarar skulu steðgast, tí teir ikki skulu fáa ov stóra ávirkan. Í staðin fyri at gleðast um, at tað gongst væl, so skulu fyritøkur, sum tjena pengar, revsast. Um onkur stingur stavnin framum, so skulu teir steðgast. Tað verður enntá grundgivið við, at teir eru vandamiklir fyri okkara land og eru ein hóttan móti fólkaræðinum.

Somuleiðis skal stjórin í Betri steðgast, so hann ikki fær ov stóra ávirkan. Hann hevur fingið eina sterka fyritøku við dugnaskapi, men hendan samgongan lønar ikki dugnaskapi. Her skulu fótonglar leggjast út. Okkurt má gerast, so stjórin í Betri ikki fær ov stórt vald, og landstýrismaðurin i vinnumálum arbeiðir við hesum nú.

Somu fólk, sum vilja steðga dugnaligum reiðarum og dugnaligum stjórum himprast ikki við at geva landstýrismanninum í fiskivinnumálum nógv víðari heimildir.

Hetta hóast vit ongantíð áður hava sæð so massivan mótstand ímóti tí, sum landstýrismaðurin ætlar at gera. So seint sum í kvøld, sóu vit í D & V umboð fyri vinnuna tosa um møguleikan at leggja allan flotan, um hetta uppskotið, sum fyriliggur, verður lagt fyri tingið.

Landsstýrismaðurin skilir ikki fiskivinnuna.

Landstýrismaðurin vísir eitt totalt manglandi forstáilsi og virðing fyri okkara høvuðsvinnu. Hvussu oftani hevur føroya fólk, ikki staðið model til, at hoyra landsstýrismannin siga, at hann ikki skilir ymist, sum verður ført fram av øðrum pørtum. Fiskivinnunýskipanaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá vinnuni, men sum tað ljóðar á landstýrismanninum, so verður ikki talan um avgerandi broytingar. Hetta er eisini væl skiljandi, tí okkara fiskivinna hevur ongantíð tjenað so nógv sum nú, og tað tolir hendan samgongan ikki. Tað hevur gingið so væl sum ongantíð áður og hetta fullkomiliga uttan at hvørki Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi ella Framsøkn hava havt so mikið sum ytsta liðin av fremstafingri við í spælinum.

Í kvøld eru samgongan og landstýrisfólk á Tvøroyri fyri at fáa tað síðsta uppá pláss. Spennandi verður at frætta um umboðini hjá javnaðarflokkinum á Tvøroyri og framsøkn fara at hoykna í kongunum og atkvøðu fyri, hóast tey eru ímóti.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingskvinna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder