JN

Ansið eftir hesari rakettini

...

2017-12-31 00:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld hava verið tvær hendingar verið har "grísa" eru brostnar uttan at fara upp í luftina. Lív Næs skrivaði fyrr í kvøld á Facebook um eina hending har Tróndur Enni festi í eina "grísa" rakett, og hon eksploderaði framman fyri honum, áðrenn hann fekk vent sær. 

Tróndur hevur blóð og eina rivu á vinstra trummuhinnu, ógvusligt tinitus. Tróndur sigur: - Hetta var av gáloysni frá mínari síðu, eg fór aftur til rakettina, tí hon ikki tendraði. Gjørdi alt, sum eg ikki skuldi gera!

Ein annar skrivar eisini á Facebook í kvøld: Kann væl verða at tær síggja stuttligar og óskyldigar út, men trúgv mær, tær eru skít farligar!!!! Ein sprongdist beint við andlitið hjá mær fyrr í kvøld, beint sum eg skuldi til at festa í fjúsið

Minnist til verndarbrillur, leðurhandskar og oyrnavernd. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder