Annita á Fríðriksmørk
løgtingskvinna
Munnligur
fyrispurningur
til
Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum
Viðvíkjandi einum bátaportali
1.
Hvat heldur landsstýriskvinnan um
hugskotið at gera ein bátaportal?
2.
Hvørja ávirkan heldur
landsstýriskvinnan, at ein bátaportalur hevði havt á føroyska samfelagið?
Viðmerkingar:
Tað ber til at
menna og varðveita tilvitanina um føroyska bátin og ta søgu og tað samfelag,
hann umboðar. Hugskotið, sum hevur verið frammi alment, er at byggja ein
sokallaðan bátaportal. Bátaportalurin kann savna og seta upp ta vitan, sum er
um føroyska bátin, og um tað samfelag og tær broytingar, sum hann hevur fjálgað
og tænt í øldir. Bátaportalurin átti at kunnað skipað fyri framsýningum um føroyskt
bátasmíð og um søguliga týdningin, báturin hevur havt gjøgnum øldirnar.
Eisini er hugsandi, at bátaportalurin er eitt livandi stað,
har man kann koma og síggja handverkið í verki. Síggja fólk smíða bátin. Tað er
komið at teimum døgum, at fá enn minnast bátin sum amboð teirra í bygdini fyri
at yvirliva. Tí kundi bátaportalurin eisini verið høvi hjá teimum eldru fólkum,
sum enn minnast tíðina, og latið hesi greitt frá týdninginum, báturin hevði
fyri at yvirliva, og eisini, hvør hóttan lá í bátinum, tá hann í øllum veðri
baldist á sjónum.
Hugsandi er eisini, at bátaportalurin rúmar tjóðarítrótti
okkara ??? kappróðrinum - og latið henda verið ein virknan part av húsinum. Hetta
kundi man gjørt við at latið kappróðrarfeløg húsast á niðastu hædd. Niðasta
hædd átti eisini at rúmað møguleikanum hjá fólki at roynt bátin og farið ein
túr við honum. Tí er umráðandi, at hann liggur við sjógvin, so at børn,
ferðafólk og onnur kunnu sleppa at flota og kenna sambandið millum sjógv og
bát.
Slíkir bátaportalar eru við góðum úrsliti gjørdir aðrastaðni,
eitt nú í Hetlandi, Danmark og Noregi. Hugskotið fremur eisini tey ynski, ið
hava verið frammi í politisku skipanini um at varðveita føroyska bátin og
føroyskt bátasmíð, og tað gongur fleiri av teimum tilmælum á møti, sum vórðu
sett fram í álitinum um at skapa føroyskum bátasmíði livilíkindi. Álitið varð
latið Føroya landsstýri í 2012.
Hvar bátaportalurin skal vera, og hvussu hann skal byggjast,
eiga serkøn fólk at taka støðu til. Umráðandi er bara, at hann er bygdur
soleiðis, at hann kann rúma tí virksemi, sum visjónin fyri portalin hevur, og
at hann er lætt atkomuligur hjá flestu føroyingum og hjá ferðafólki.
Á Løgtingi, 8. februar 2016
Annita á Fríðriksmørk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald