Annita á Fríðriksmørk
løgtingskvinna
Munnligur fyrispurningurtilEyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum
Viðvíkjandi fólkapensjónistum
1. Hava fólkapensjónistar meira ella minni um hendi nú eftir umleggingina?
2. Á leið hvussu stórur er munurin?
Viðmerkingar
??nøgdin við umleggingina av pensjónini, tá grundarupphæddin lækkaði og útgjaldið úr samhaldsfasta hækkaði, var rímiliga sjónlig áðrenn ársskiftið. Kortini helt samgongan fast, tí vit sóu, at tølini vístu, at serliga teir fólkapensjónistar, sum onga aðra pensjón høvdu, fóru at fáa meira útgoldið eftir umleggingina.
Nú er so umleggingin komin á skinnararnar, og fyrsta mánaðargjaldið er farið afturum.
Sjálv havi eg fingið rættiliga postivar afturmeldingar frá fólkapensjónistum, sum siga seg hava fingið meira um hendi nú enn áðrenn umleggingina.
Men eitt er, hvat man hoyrir, annað er, hvørji tølini eru, sum myndugleikarnir sita við. Tí er hesin spurningur settur landsstýriskvinnuni.
Á Løgtingi, 9. februar 2016
Annita á Fríðriksmørk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald