Politikkur

Annika spyr løgmann um OL limaskap

...

2016-04-18 13:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a. 

Fyrispurningur viðvíkjandi OL limaskapi, settur Aksel V. Johannesen løgmanni, (at svaraskrivliga eftir TS § 52a) 

1. Fer løgmaður at taka neyðug stig til at fáa føroyskan OL limaskap 

Viðmerkingar 

Um vikuskiftið gjørdist tað greitt, at Føroyar verða umboðaðar til OL í Rio í 1500 m frí svimjing.Somuleiðis gjørdist tað greitt, at um vit høvdu havt sjálvstøðugan limaskap í IOC, altjóðaolympisku nevndini, so hevði ein annar føroyingur somuleiðis fingið møguleika at luttaka í 400 mfrí. Hetta tí, at kravtíðirnar hjá altjóða svimjisambandinum, FINA, eru øðrvísi enn tær donskukravtíðirnar. Men so leingi vit ikki hava sjálvstøðugan limaskap í IOC, altjóða OL nevndini, so berikki til hjá føroyingum at brúka FINA kravtíðirnar. Sum støðan er, mugu føroyingar laga seg uppatteimum donsku kravtíðunum og luttaka undir donskum flaggi. 

Okkara ítróttarfólk eru okkara fremstu ambassadørar. Tey luttaka í altjóða kappingum og umboðaFøroyar fyrimyndarliga væl. Meðan føroyska Merkið kann veittra til nærum allar altjóða kappingar,so ber ikki til at bera føroyska Merkið til OL. Hetta er alt annað enn nøktandi. Nógvar royndir havaverið til tess at vinna Føroyum limaskap í IOC . ?? fjør var fyrrverandi løgmaður á fundi við ThomasBac, forseta í Altjóða Olymisku nevndini, og glið kom á samráðingarnar til at fáa Føroyarumboðaðar í IOC. Nú hevur nýtt landsstýrið tikið við, og enn hava vit onki frætt um, hvussu taðgongur við hesum máli. Tíðin er stutt til OL í Rio, men vónandi tekur løgmaður øll neyðug stig tiltess at fáa føroyskan limaskap í IOC. Tí verða hesir spurningar settir løgmanni. 

Á Løgtingi, 18. apríl 2016

Annika Olsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder