Politikkur

Annika spyr løgmann um føroyskar krígsveteranar

...

2016-02-03 17:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um føroyskar krígsveteranar, settur Aksel V. Johannesen, løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvørji stig ætlar løgmaður at taka til tess at hjálpa føroyskum krígsveteranum?

2. Hvat metir løgmaður um støðuna, at føroyskir krígsveteranar ikki verða javnsettir við danskar?

3. Hvat heldur løgmaður um, at føroyskir krígsveteranar ikki kenna seg virðismettar í Føroyum?

4. Fer løgmaður at taka stig til eina almenna virðurkenning av tí arbeiði, sum føroyskir krígsveteranar gera í altjóða krígstænastu?

Viðmerkingar

?? miðlunum herfyri bórust tíðindi um, at føroyskir krígsveteranar, ið hava verið í altjóða krígstænastu, detta niðurímillum skipanirnar í Danmark og Føroyum og fáa ikki ta neyðugu hjálpina, tá teir venda heim aftur.

?? eini kanning, sum byggir á sam­røður við 10 føroyskar krígsveteranar, kom fram, at føroyskir krígsveteranar als ikki fáa ta neyðugu hjálpina og sálarbótina, ið er neyðug, tá man hevur verið í kríggi.

Hóast samrøður eru gjørdar við 10 føroyingar er talan uttan iva um nógv fleiri føroyingar, ið ikki hava fingið neyðugu hjálpina.

At fara í kríggj og at vera í krígsraktum økjum leggur eitt ómetaliga stórt trýst á eitt menniskja, og nógvir av krígsveteranunum fáa tað sokallaða PTSD, Posttraumatic Stress Disorder. Tað er sera umráðandi at fáa viðgerð fyri PTSD skjótast gjørligt, og at hetta verður viðurkent sum eitt fyribrigdi, sum nógvir krígsveteranar kunnu fáa. PTSD ávirkar ikki bara tann einstaka persónin, ið hevur verið í kríggi, men alla familjuna, og tí er hetta eitt mál, ið eigur at verða tikið í størsta álvara. Fleiri av føroysku krígsveteranunum vísa somuleiðis á, at teirra arbeiði er ov lítið virðismett í Føroyum.

Verjumál er felagsøki, men í Føroyum hava vit ikki siðvenju, at almennu Føroyar viðurkenna tað arbeiði, sum føroyskir krígsveteranar gera í altjóða krígstænastu. Tí verða hesir spurningar settir løgmanni.

?? Løgtingi hin 3. februar 2016

Annika Olsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder