Politikkur

Annika spyr Kristinu um broytingar á pensjónsøkinum

...

2015-12-08 20:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur

til

Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum

Viðvíkjandi broytingum á pensjónsøkinum

1. Hvat er veruliga endamálið við broytingunum á pensjónsøkinum, sum samgongan hevur í hyggju at seta í verk?

2. Nær kunnu vit vænta, at pensjónsbólkurin aftur fer til verka?

3. Eru tað nakrir pensjónistar, ið fáa minni í pensjón eftir ætlaðu umleggingina?

4. Um ja, hvussu nógvir pensjónistar er tað talan um?

Viðmerkingar

Arbeitt varð í undanfarnu samgongu við at fáa í lag eina nýggja pensjónsskipan fyri Føroyar. Umboð úr øllum flokkum vóru við í arbeiðnum. Arbeiðið varð komið væl ávegis og semja var um fleiri av høvuðstættunum í nýskipanini. Hóast tað ikki bar á mál, so varð semja um, at uttan mun til, hvør stóð við landsins leiðslu eftir valið, so skuldi hetta arbeiðið halda áfram og vera liðugt í seinasta lagi 1. jan. 2016. Tíverri hevur henda avtalan ikki hildið, nú samgongan uttanum politiska fylgibólkin hevur valt at gera inntriv í grundleggjandi tættir í pensjónsskipanini. Hetta ørkymlar tingfólk, sum ikki vita ítøkiliga, hvørjum ætlanum samgongan nú arbeiðir við.

Ført hevur verið fram, at pensjónistar við umleggingini fara at hava meiri eftir um mánaðin at liva av, og at ongin fór at missa pengar. Tó verður í skrivi frá Føroya Arbeiðsgevarafelag nomið við nøkur viðurskifti, sum sáa iva um, hvørt hetta er rætt. ?? skrivinum stendur m.a. ???Millum annað er í pensjónslógini krav um fastan bústað í danska ríkinum, meðan tað í lógini um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin er eitt krav um bústað í Føroyum, sum sostatt er meira avmarkandi enn kravið í pensjónslógini. Broytingin fer sostatt at hava við sær, at nøkur fólk, sum annars høvdu rætt til fulla fólkapensjón, ikki fara at fáa tilsvarandi upphædd úr grunninum.??? Tí verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 7. desember 2015

Annika Olsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder