Politikkur

Annika Olsen spyr um pensjónsnýskipanina

...

2016-09-21 07:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skrivligur fyrispurningur eftir §52 a í tingskipanini til landsstýriskvinnuna í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, viðvíkjandi pensjónsnýskipanini

1. Nær kann politiski fylgibólkurin vænta at fáa fundarboð aftur?

2. Eru ætlanir at gera broytingar í pensjónsnýskipanini ísv fíggjarlógina?

Undan jólum í fjør gjørdi landsstýrissamgongan týðandi broytingar í pensjónini hjá føroyingum. Eitt nú samtykti landsstýrissamgongan at niðurlaga grundarupphæddina í fólkapensjónini við 500 kr, steðgað varð á við inngjaldinum til persónligu uppsparingina og útgjaldið úr samhaldsfasta hækkaði. Ongin ivi var um, at hetta varð gjørt til tess at bøta um fíggjarliga hallið á fíggjarlógini, tí talan var als ikki um nakra pensjónsnýskipan. Eftir miklan og harðan orðadrátt i Tinginum og mótmælisskrivi frá pensjónsistafelagnum, lovaði landsstýriskvinnan í almannamálum, at nú skuldi breið semja fáast um pensjónsnýskipanina. Málið varð, at hetta arbeiðið skuldi verða liðugt í vár og leggjast fyri Tingið eftir ??lavsøku. Flokkarnir hava verið við samráðingarborðið, men ongin fundur hevur verið um pensjónsnýskipanina siðani í vár og enn er sum kunnugt ongin breið semja funnin. Hetta er ørkymlandi og politikarar eru farnir at óttast um ætlanin hjá landsstýriskvinnuni er at sleppa teirri breiðu semjuni til tess enn einaferð at leggja kollveltandi broytingar í pensjónslóggávuni fyri at fáa fíggjarlógina at hanga saman. Tí verða hesir spurningar settir.

Annika Olsen

á løgtingi hin 20/9-2016

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder