Fyrispurningur
eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um ættleiðing úr Etiopia, settur
landsstýrismanninum í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg (at svara
skrivliga eftir TS § 52a)
1.
Hvat
ætlar landsstýrismaðurin at gera, nú Danmark hevur steðgað ættleiðing úr
Etiopia?
2.
Hvat
kann gerast fyri at hjálpa teimum føroysku familjunum, ið eru komnar í
trupulleikar orsakað av hesum?
Viðmerkingar
??ttleiðing er felagsmál við Danmark, og herfyri
avgjørdi danski ráðharrin í ættleiðingarmálum, Karen Ellemann, at Danmark ikki
longur ynskir at ættleiða børn úr Etiopia. Grundgevingin er, at Etiopia ikki
livir upp til mannarættindasáttmálan. Hetta hevur viðført, at einar 7 familjur í Føroyum, sum í góðari trúgv og við
góðari vón hava skrivað seg til at ættleiða eitt barn úr Etiopia, eru komnar í
trupulleikar.
Í 2015 løgdu tey bæði privatu
ættleiðingarfeløgini, Danadopt og AC Børnehjælp saman. Endamálið segðist tá at
vera, at hetta fór at geva familjunum eina betri tænastu í
ættleiðingartilgongdini. Samanleggingin skuldi tryggja góðsku og trygd í allari
sakarmálsviðgerð, ið hevur við sjálva ættleiðingina at gera.
Hetta er tíverri ikki tað, sum øll føroysk
ættleiðingarforeldur hava upplivað síðani samanleggingina. Nógv av hesum ættleiðingarforeldrum hava
goldið nógvan pening í umsiting og sakarmálsviðgerð, tó uttan at fáa neyðuga
kunning og hava fingið eina verri tænastu. At danski ráðharrin nú uttan himpr
steðgar allari ættleiðing úr Etiopia hevur viðført, at føroysk
ættleiðingarforeldur nú standa eftir við stórari peningaligari rokning og ongum
barni. Hetta eisini tí, at fleiri av hesum
ættleiðinarforeldrum renna seg inn í lógarásetta aldursmarkið fyri, nær
man kann ættleiða. At seta seg á ein annan lista og ættleiða úr einum øðrum
landi kann taka ár. Tí verða hesir
spuningar settir landsstýrismanninum.
Á
Løgtingi, 30. mars 2016
Annika Olsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald