Politikkur

Annika Olsen setti námsskeiðið hjá Javna

...

2014-05-11 15:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Røða til námsskeið hjá Javna um ???Bústaðir og tænasta til fólk við menningartarni???

Góðan morgun góðu áhoyrarar og luttakarar ??? kære nordiske gæster, god morgen og velkommen til Færøerne

Eg fari fyrst av øllum at takka fyri, at eg var boðin her í dag at seta námsskeiðið, sum Javni skipar fyri. Evnið er ???Bústaðir og tænasta til fólk við menningartarni???, og haldi eg, at hetta er eitt týðandi evni at viðgera, og sær skráin sera spennandi út við bæði føroyskum og útlendskum fyrilestrarhaldarum. Eg fari at nýta høvi at siga nakað um tær ætlanir, ið eg sum landsstýriskvinna arbeiði við, til tess at tryggja teimum, sum hava tørv á hjálp til at útvega sær bústað, og hava tørv á tænastum, ið er ein fyritreyt fyri inklusión og ávirkan á egna lív.

Bústaðurin hevur stóran týdning fyri flest øll menniskju. Eru bústaðarumstøðurnar í lagi, er lættari at taka við øðrum avbjóðingum. Bústaðurin hevur somuleiðis stóran týdning í mun til onnur ??? fyri nøkur sjálvsøgd rættindi ??? nevnliga sjálvræði og sjálvsavgerðarrætti og rættin til privatlív.

Í oktober 2012 samdust landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og eg, sum landsstýriskvinna í almannamálum, um Bústaðarpolitikk landsins.

Endamálið við at gera ein politikk á økinum, er at gera greiðar karmar fyri, hvussu vit sum samfelag og leikarar (aktørar) skulu fara fram á økinum, og til at styrkja og betra munandi um bústaðarstøðuna í Føroyum.

Bústaðarpolitikkurin leggur dent á inklusión ??? at virka inkluderandi fyri øll. Endamálið við inklusión er at tryggja fólki, ið bera brek, ???eitt gott lív???. Hetta verður gjørt við at tryggja fólki við breki ein virknan lut í gerandislívinum, í sosiala felagsskapinum og samfelagslívinum á jøvnum føti við onnur.

Uppgávan hjá myndugleikanum er eisini at forða fyri ekslusión og at fólk enda í einsemi, samstundis sum myndugleikar skulu tryggja at sjálvræði og sjálvsavgerðarrætturin hjá tí einstaka verður varðveittur.

Dentur verður í bústaðarpolitikkinum lagdur á, at rúm er fyri øllum á vanliga bústaðar­marknaðinum, men ásannar, at í tann mun, at fólk ikki megna hetta, so eisini hava eitt virðiligt alternativ, soleiðis at tað er ein bústaðarmarknaður fyri øll.

Bústaðarpolitikkur fokuserar serliga á at økja um útboði av leigubústøðum, tí hesir í stóran mun vanta í dag. Tað bústaðarpolitiska amboðið hevur verið at blása lív aftur í Húsalánsgrunnin, nú ???Bústaðir???, sum flest øll helst hava lagt til merkis, hevur fleiri ætlanir um at byggja leiguíbúðir kring landi. Hesir bústaðir eru til øll ??? skulu bera øll lívsskeið, eru atkomuligir og hava algilt (universelt) snið, sum stuðlar undir inklusión og at fólk kunnu vera sum longst í egnum heimi.

Ein partur av leigubústøðunum skal málrættast til bústaðarsosial endamál, soleiðis at persónar, sum av t.d. heilsuligum ella sosialum ávum hava tørv á einum bústaði, fáa frammíhjárætt til ein part av leigubústøðunum. Á henda hátt stuðlar bústaðarpolitikkurin undir inklusión ??? at ymisk fólk, sum hava ymiskan tørv, búgva saman lið um lið.

§ 19 í Breksáttmálanum ásetir, at fólk, ið bera brek, skulu sleppa at velja sær bústaðar og velja hvar og saman við hvørjum, tey vilja liva. Tey skulu ikki vera noydd at liva í serligum bústøðum.

Tit, sum eru her í dag, vita, at vit hava stóran tørv á at fáa til vega fleiri ??? og ikki minst tíðarhóskandi ??? bústaðir til fólk, ið vegna varandi avmarkaðan likamligan ella sálarligan førleika hava tørv á einum vardum bústaði. Vit hava ov fá sambýli og eru tey ofta í í vánaligum standi. Eisini mangla vardir bústaðir til tey, ið er so mikið væl fyri, at tey megna at búgva sjálvi við eitt sindur av stuðli og hjálp, men har eitt vanligt grannalag er ov lítið eitt umhvørvi og eitt sambýli ov nógv.

Vardir bústaðir eru ætlaðir fólki, ið ikki kunnu búgva sjálvstøðugt úti í samfelagnum, men hava tørv á stuðli, felags virksemi og felagsskapi út yvir eitt vanligt grannalag. Harumframt hava tey kanska eisini tørv á røkt og viðgerð.

Her kann talan vera um sambýli, sum hava sjálvstøðugar íbúðir, men við felagshøli og felagsvirksemi. Fólk, sum búgva á sambýlum hava umfatandi tørv á sosialpedagogiskari hjálp og vegleiðing.

Talan kann eisini vera búfelagsskapir, sum eru sjálvstøðugar íbúðir, ið eru samanbygdar ella tættliggjandi. Hesar hava egna inngongd og møguliga felagshøli. Fólk, sum búgva í búfelagsskapum megna í stóran mun sjálvi dagligdagin uttan stuðul og vegleiðing.

Eg kann í nevna, at í løtuni byggja vit ??? Almannaverkið saman við Landsverki ??? vardar bústaðir í Klaksvík og Runavík til fólk, sum hava tørv á stóran tørv á hjálp,stuðli og røkt í gerandisdegnum. Eisini fer Bústaðir at byggja átta íbúðir í Klaksvík til fólk, ið hava avbjóðingar, men megna gerandisdagin sjálvi. Hesar verða eftir ætlan lidnar í september í ár.

Nýggja Reiðri í Runavík fyri heimabúgvandi fjølbrekað letur upp í august, og við hesum verður eitt nýtt og stásiligt tilboð til hesi børn og ung, sum hava tørv á koma á eitt dagtilhald ella til umlætting.

Dagtilhaldið í Skálavík lat í apríl í ár upp. Dagtilhaldið er ein fyribilsverkætlan, sum gongur undan ætlanini at byggja ein virknis- og umlættingardepil fyri børn við serligum avbjóðingum á Sandoy, sum eftir ætlan verður liðugt í 2016. ??tlanin er at børn úr øllum Føroyum kunnu koma á umlætting á virknisdeplinum.

Næsta stigið verður at byggja sambýli til fólk við serligum avbjóðingum í Tórshavn.

???Ein og hvør, ið ber brek, hevur rætt til virðing fyri sínum likamliga og sálarliga sjálvræðisrætti á jøvnum føti við onnur.???

Soleiðis er grein 17 í ST-sáttmálanum fyri einstaklingar, ið bera brek, orðað.

Í 2009 tóku Føroyar undir við ST-breksáttmálanum, og hóast vit enn ikki eru komin á mál, so er Breksáttmálin eitt stig á leiðini fyri at tryggja yvirskipaða grundarlagið undir menningi av økinum.

Fyrsta stigið í hesum arbeiðinum er grein 8 í Breksáttmálanum, ið áleggur limalondunum at stimbra tilvitskuna í øllum samfelagnum, soleiðis at vit øll; tey, ið bera brek, avvarðandi, starvsfólk, myndugleikar og politikarar, hava somu grundhugsan.

??ll skipanin ??? og ikki minst lóggávan ??? skal síðan endurspegla henda grundleggjandi hugburðin.

Hevur samfelagið alt somu grundfatan, verður alt annað lættari ??? tað verður seg at gera nýggjar sjálvsagdar skipanir og tilboð, og at koma burtur frá hugburðinum ??? ???tey og vit??? ??? og at vanliga samfelagið fevnir um øll.

Brekpolitisku grundreglurnar eru tær somu í Føroyum, sum grundreglurnar í okkara grannalondum. Hinvegin eru brekpolitisku grundreglurnar ein integreraður partur av lóggávuni í okkara grannalondum, meðan vit í Føroyum ikki eru komin eins langt.

Tað er í hesum sambandi umráðandi at fáa geiraábyrgdina at virka í verki, soleiðis at mentamálaøkið tryggjar eins møguleikar fyri øll í skúla og mentanarlív, at heilsuverkið tryggjar eins tænastu fyri allar borgarar, eins og vit á almannaøkinum tryggja ymsar tænastur og brekveitingar, sum eru neyðugar fyri at tryggja inklusión og ávirkan á egið lív.

Vit eru so smátt farin undir fyrireikingarnar at orða eina nýggja sosiallóggávu á trivnaðarøkinum. ??tlanir eru um at endurskoða og dagføra lóggávuna, m.a. soleiðis at tað verða ásetingar um námsfakligar menningarætlanir fyri hin einstaka, at vit endurskoða og dagføra núverandi stuðulsfólkaskipan, soleiðis at sjálvsavgerðarrætturin verður meira í fokus, og at vit fáa reglur um eftirlit á stovnum og sambýlum.

Tá talan er um serforsorgina eru galdandi reglur ótíðarhóskandi, m.a. tá hugsað verður um námsfakliga partin. Eitt nú eru ongar ásetingar um námsfrøðiligt eftirlit, men nú verður ítøkiliga arbeitt við at skipa hetta. Almannaverkið er farið undir samstarv við Tilsyn Midt í Danmark, og er ætlanin at námfakligt eftirlit verður framt á øllum sambýlum og stovunum í ár.

Her kundi eg m.a. hugsað mær at ein námsfrøðiliga heildarætlan verður gjørd fyri hvønn einstaka, soleiðis at til ber at fylgja við í námsfrøðiligu menningini. Samstundis skulu reglur um stuðulsskipanina endurskoðast, soleiðis at møguleiki verður fyri persónligum stuðli.

Fyrsta stigið at gera nýggja lóggávu á hesum økinum verður at seta ein arbeiðsbólk við avvarðandi pørtum at orða ein politikk á økinum og hvat nýggja lógin skal innihalda. Fyrireikingarnar eru so smátt farnar í gongd, og sum liður í hesum havi eg í seinastuni vitja átta sambýli á Trivnaðarøkinum í Havn fyri at kunna meg um støðuna og um tørvin á økinum.

Og tað var sera gott hjá mær, sum landsstýriskvinnu at uppliva, at starvsfólkini eru dugnalig og umsorganarfull, og at tey ganga høgt uppí sítt starv. Tað er vist, at starvsfólkini eiga sín stóra lut í, at sambýlini eru heimlig og hugnalig hjá búfólkunum at búgva í, og tað eri eg ógvuliga takksom fyri og errin av.

Hetta eru alt ætlanir, ið verður arbeitt ítøkiliga við í løtuni, og vóni eg, at hetta er við til at geva tykkum eina hylling av, hvønn veg vit fara. Eg má siga, at sum heild eri eg sera væl nøgd við gongdina, onkuntíð kundi mann hugsað sær at tingini henda skjótari enn tey gera, men tað eru nógv viðurskifti, sum skulu fáast uppá pláss, og tað tekur tíð at leggja til rættis og fáa skipa øki, soleiðis at tað, sum verður gjørt, verður gjørt rætt og skynsamt.

Eg fari at enda at takka Javna fyri at skipa fyri hesum námsskeiði, sum er bæði umráðandi og áhugavert. Við hesum orðum fari eg at seta námsskeiðið, og vóni, at vit øll fáa nógv gott burturúr hesum spennandi degi.

Takk fyri!

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder