Politikkur

Annika Olsen, landsstýriskvinna fund við danska starvsbróður sín, Manu Sareen

...

2014-08-21 19:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, var í gjár seinnapartin á fundi við danska almannamálaráðharran, Manu Sareen í Keypmannahavn.

Ásannandi at fólk sum flyta millum Føroyar og Danmark, serliga fyritíðarpensjónistar og fólkapensjónistar, koma í trupulleikar av tí lóggávan er ymisk í londunum báðum, hevði landsstýriskvinnan biðið um at fáa fund í lag.

Á fundinum umrøddu tey marknaðarforðingar í Norðurlondum, og serliga hvussu marknaðarforðingar á sosiala økinum millum Føroyar og Danmark kunnu beinast burtur. Ráðharrarnir báðir samdust um at seta ein arbeiðsbólk, sum m.a. skal útgreina forðingar í sambandi við at eitt nú fyritíðarpensjónistar og fólkapensjónistar flyta millum londini bæði.

???Vit hava havt ein sera góðan og konstruktivan fund, har vit m.a. samdust um at alt fyri eitt at seta ein arbeiðsbólk, sum skal greina lóggávu og reglur í londunum báðum, og hvørjar forðingar eru á pensjónsøkinum, tá fólk flyta millum Føroyar og Danmark. Eisini skal arbeiðið fevna um at lýsa í hvønn mun Føroyar eiga at luttaka í altjóða avtalum um sosiala trygd, til tess at tryggja rættindi borgarans og flytføri millum lond. Málið er ikki at harmonisera reglurnar, men at tryggja at borgarar, sum ynskja at flyta, ikki koma í klemmu av hesum,??? sigur Annika Olsen at enda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder