2018-03-29 09:13
Annfinn Brekkstein hevur helst misfatað støðuna kring eitt uppskot um at skipa taxa-steðgistøðini av nýggjum í høvuðsstaðnum - annars hevði hann neyvan leikað so í
Um harra Brekkstein hevði sett seg eitt sindur betur inn í viðurskiftini rundan um eitt uppskot frá fyrisitingini í Tórshavnar kommunu um at skipa taxa-steðgistøðini av nýggjum í miðbýnum í Havn, so hevði hann bæði sloppið sær sjálvum og okkum øðrum undan sínum egna illsinnisglepsi her í stillu viku.
Annfinn Brekkstein langar eftir samgonguflokkunum í Tórshavnar býráð og leggur okkum undir at vilja taxa-vinnuni ilt. Vit kunnu einki gera við, at Annfinn Brekkstein ikki er dagførdur ella ikki fylgir við á fundum. Men hann kann sjálvur gera nakað við at kanna tey mál, hann skrivar um, áðrenn hann øsir seg upp í almenna rúminum.
Uppskotið, sum Brekkstein hevur fingið í rangastrúpan, snýr seg um, at ætlanir eru frammi um at skipa taxa-steðgistøðini av nýggjum í miðbýnum. Uppskotið um í størri mun at brúka gongugøtuna til taxabilar er bara eitt fyrsta uppskot frá fyrisitingini, sum er sent taxa-støðunum til hoyringar. Allir flokkar í samgonguni eru samdir um, at vit ikki vilja ganga ímóti taxastøðunum, um mótstøða verður ímóti uppskotinum.
Longri er uppskotið ikki komið, og tí er óneyðugt hjá Annfinni Brekkstein at royna at spjaða ein ringan stemning rundan um eitt uppskot, ið enn bert er á byrjanarstigi, og sum ikki verður veruleiki, um allir partar ikki taka undir við tí.
Enn minni orsøk er hjá Annfinni Brekkstein at leggja Fólkaflokkin undir at hava mist allan borgarligan tóna. Borgarligur Fólkaflokspolitikkur er nevniliga at hugsa seg um, áðrenn avgerðirnar verða tiknar. Brekkstein kundi lært eitt sindur av hesum, tí hann hevur neyvan nógvar borgarligar knagar at heingja sín býráðspolitikk uppá í sínum einsemi sum einasti sambandsmaður í Tórshavnar býráð.
Annars ynski eg bæði Annfinni, taxaførarum og øllum borgarum í høvuðsstaðnum einar gleðiligar páskir.Bogi Andreasen, býráðslimur fyriFólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald